Guðrið Helgadóttir Larsen
INNANDURA ARKITEKTUR
Í 2018 var Guðrið útbúgvin Bachelor of arts in Interior design úr Manchester School of Art.
Fødd og uppvaksin í Føroyum, hevur Guðrið altíð verið sera hugtikin av havinum og nattúrðuni rundan um tær vøkru oyggjarnar. Hetta hevur skapa hennara stóra áhuga í list og sniðgeving og hvussu umhvørvini vit eru í ávirka okkara vælferð. Hon trýr at vit menniskju lesa okkara umhvørvi gjøgnum okkara sansir og tí heldur at tað hevur alstóran týdning at tey rúmini ella umhvørvini vit umgirða okkum í, stimbra og menna okkara vælveru og heilsu.
Guðrið leggur stóran dent á at sniðgeva rúm ið hóska til brúkaran. Alt frá bústøðum til almenn umhvørvi. Í lestrartíðini, sniðgav hon eitt nú uppskot til bretska merkið Red or Dead og møblar til Manchester International Festival í Stóra Bretlandi.
Um RÚM STUDIO
Vit leggja stóran dent á at skapa umhvørvi ið hóska til brúkaran.
Vit taka okkum av bústøðum og almennum rúmum í øllum skapi og støddum. Frá nýggjum húsum og umvælingum. Íbúðum og frítíðarhúsum. Móttøkur og handlar. Rúm sniðgeving er við til at menna okkara dagligu siðvenjur og hvussu vit flyta okkum í einum staði. Tí er okkara sjónarmið altíð at skilja kundan og skapa eitt umhvørvi ið styrkir og mennir teirra tørv. Vit sniðgeva eitthvørt stað nærlagt, har tað altíð er pláss at mennast og vaksa.
Vit hava stóran áhuga í estetikki, list og móta, og trúgva at góður stílur kemur frá tíðarleysum sniði og natúrligum tilfari.
Tað hevur stóran týdning at eitt stað ella umhvørvi er estetiskt og gott fyri eygað, hetta stuðlar undir vælferðina. Ikki er tað einans vøran ella møbulin sjálvur ið gevur gleði. Tað er sjálvt upplivingin, sansirnir og vælveran í einum rúmið ið spælir ein stóran leiklut í hvussu vit føla okkum í okkara umhvørvi.