Ólastova
KUNDI: Hús hjá fyritøku
STAÐUR: Ólastova, Tórshavn, Føroyar
RÚM: Durur, tvær stovur, kømur og vesið
At seta nýggjan dám á eini eldri smá hús var ein spennandi verkætlan at fáa. Eldri føroysk hús hava nakað heilt serligt yvir sær, eina serliga sál. Smáar vakrar detaljur runt umkring, flott furugólv, stórar gólv- og loft listar og ikki minst tær vøkru hurðarnar við útskeringum, ið beinanvegin gera rúmini prýðilig. Ynski hjá okkum var tí, at varveita hetta og skapa eitt fjálgt, stílfult og dreymakent umhvørvi fyri tey, ið koma at nýta húsini. Samansetingin av gomlum og nýggjum, hørðum og bleytum yvirflatum, einsvæl ljósum og djúpum tónum, ger umhvørvið róligt og áhugavert.
Frá val av tilfari og litum, til ymiskir tónar av træi, til velour toy og langar floymandi gardinur, ið samanlagt skapa eina hugnaliga og bleyta kontrast til staðið.
Húsini hoyra til eina fyritøku, ið ynskir at bjóða húsini út til starvsfólk, til fundir innanhýsis, hugnakvøld o.a. So týdningarmikið var, at seta fokus á funktión og at møblar o.a lættliga kann flytast runt alt eftir tørvi.
Ummæli
”Vit eru sera fegin um, at vit valdu Rúm studio at innrætta eini gomul hús fyri okkum.
Ólastova hevur nú fingið eitt ljóst og lætt nútíðarútrykk, men hevur varðveitt sína gomlu sál - eitt harmoniskt samspæl millum tað modernaða og tað søguliga.
Guðrið er dugnalig, professionel og hevur góða estetiska fatan. Vit kendu okkum í tryggum hondum.”