Nýmótans sethús
KUNDI: Privat heim
STAÐUR: Saltangará, Føroyar
RÚM: Køkur, stova, inngongd, garderoba, trappuuppgongd og hjúnarkamar
LIÐUGT: 2022
Tað var sera spennandi at vera við at ráðgeva og seta dám á hesi vøkru nýmótans sethúsini. Kundin ynskti hjálp við eitt nú val av litum til veggir í køki, stovu, inngongd, trappuupgongd og hjúnakamari. Eisini fevndi verkætlanin seg um at ráðgeva um flísar til inngongdina, sniðgeving av garderobu og seingjargalv, til síðst val av ljósið og partvís møblering.
Avgjørt var at velja heitar, men mildar litir til veggirnar fyri at skapa ró. Samstundis gera hesir litir at restin av innrættingini verður drigin meira fram og gerst bleytari uttan at ov stórur mótsetningur er millum veggin og restina.
Spennandi var at sniðgeva vøkru garderobuna ið bleiv sergjørd til kundan, har ynski var at hava eina simpla og innbjóðandi garderobu til gestir. Somuleiðis var seingjargalvin sergjørdur, har kundin ynskti at hava gott pláss til bøkur o.a.
- Eitt nýmótans, elegant og klassiskt heim. -
UMMÆLI
“Eg eri sera væl nøgd við ráðgeving frá Rúm Studio í samband við
væl av litum, lampum, innrætting av garderobu og sovikamarið.
Tað føldist lætt og avslappa at samskifta við Guðrið, og dugdi hon væl at fanga hvat eg hugsaði og ynskti, og koma við loysnum út frá tí. Eg kundi brúka tíð og orku uppá aðrar uppgávur í samband við bygging av okkara sethúsum.
Eg vil geva Rúm Studio míni allar bestu viðmæli.”